Vælg en side

Frálæra til allar koyrikorts bólkar

Stórur dentur verður lagdur á tørvin hjá hvørjum næmingi, og at frálæran er á einum so høgum støði sum gjørligt.

Allar ástøðisroyndir, sum vit nýta í frálæruni, eru á føroyskum.

Tilmelding

4 + 10 =

Hevur tú tørv á koyrikorti til fleiri akfør, so gera vit tær eitt gott tilboð. Ring á tel. 214765 ella 214775 og fá eitt óbindandi prát.

Hesi skeið bjóða vit

Um okkum

Á koyriskúlanum Førarasetrið eru vit tveir koyrilærarar: John A. Christiansen og Rúni Christiansen, sum báðir hava gingið á koyrilæraraskúla í Danmark og hava staðið próvtøkur har. Vit hava eisini lært víðari og kunnu tí geva frálæru til allar koyrikortsbólkar. Eisini hava vit nógvar royndir innan frálæru í Keypmannahavn og Tórshavn.

Stórur dentur verður lagdur á, at frálæran er á einum so høgum og góðum støði, sum gjørligt. Vit hava tó altíð tørvin hjá tí einstaka næminginum fremst í huganum.

Førarasetrið brúkar ikki teoribøkur í teirra frálæru, í staðin brúka vit ein sera góðan og pedagogiskan frálæringarhátt so øll kunna vera við, ung sum gomul.

Skúlastovurnar hjá Førarasetrinum í Tórshavn, eru sera væl hóskaðar til frálæru.

Førarasetrið er nokk tann koyriskúlin, ið hevur flest egin akfør. Skúlin hevur tríggjar persónbilar, tríggjar motorsúkklur, tveir viðfestisvognar til persónsbil, ein lastbil og ein viðfestisvogn til lastbil. Øll akførini eru sera væl hóskaði til endamálini.

Førarasetrið bjóðar eisini skeið í fyrstuhjálp.